Skil fíggjarlógina

Skil fíggjarlógina
Fíggjarlógin er ein lóg sum aðrar lógir, men júst fíggjarlógin sigur hvørjar pengar landið kann brúka tað komandi árið og til hvat
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, stendur á odda fyri fíggjarlógini fyri 2025
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2024 - 15:30

Hvat er fíggjarlógin? 

Stýrisskipanarlógin sigur: 

§ 43. Fyri 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrið fyri løgtingið uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár. 

Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári. 

Stk. 3. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg. 

 

20241218_NET_HALLUR_AV_RANA_01

 

Hví skal løgtingið samtykka eina fíggjarlóg á hvørjum ári? 

Tað er nakað tað sama sum tá eitt húsarhald leggur sær eina ætlan yvir inntøkur og útreiðslur. Við fíggjarlógini kann løgtingið hvørt ár fylgja við, hvussu nógv landið fær inn og hvussu nógvir pengar skulu brúkast. 

 

20241218_NET_HALLUR_AV_RANA_02

 

Hvør er mannagongdin? 

Í ár legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, uppskot til fíggjarlóg fram 30. September. Síðan var 1. viðgerð av uppskotinum í løgtinginum 2. oktober, har málið varð koyrt í fíggjarnevndina.

Týsdagin 16. desember samtykti løgtingið fíggjarlógina til 2. viðgerð. Í dag er so 3. viðgerð og um hon verður samtykt í dag er tað endaligt.  

 

20241218_NET_HALLUR_AV_RANA_03

 

Umrøða av fíggjarlógini 

Samlaða úrslitið á fíggjarlógini er eitt hall á 120,3 mió. krónur.

"Tað er ikki so stórt í mun til BTÚ, men tá skulu vit hava í huga, at tað er í góðum tíðum, tá tað annars gongur væl í búskapinum. Tá eiga vit at hava yvirskot," sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum. 

Hann heldur, at tað er ein óvani ella óskikkur, at Fíggjarnevndin fer inn og sker ymiskt burtur og setur annað inn, tá politiska skipanin annars er vorðin samd um eina fíggjarlóg. 

 

1714831

 

Fíggjarlógin var eisini evni í Breddanum týsdagin 17. desember, har Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, eisini var gestur. 

>>Hoyr Breddan um fíggjarlógina HER

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532