Stjórin á Klaksvíkar sleipistøð: "Glaður fyri at eingin fólkaskaði hendi"

Stjórin á Klaksvíkar sleipistøð: "Glaður fyri at eingin fólkaskaði hendi"
"Fólk vóru umborð á Polarstjørnuni, tá hon koppaði, og eg eri bara glaður fyri, at eingin fólkaskaði hendi," sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð
Mynd: Hansa Hansen  
 
19.12.2024 - 15:50

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, var eyðsæð skakkur um, at Polarstjørnan brádliga koppaði av vogninum, tá roynt var at hála skipið upp á sleipistøðina.

 Enn er óvist júst, hvat er hent. 

"Polarstjørnan koppaði, tá vit vóru í holt við at taka hana upp. Tá báturin er hálvur uppi úr sjónum, hendir okkurt undir vatnskorpuni, og vit ikki enn, hvat tað er," greiðir stjórin frá. 

 

At síggja til, so hevur Polarstjørnan ikki fingið nakran skaða.

"Skipið liggur umleið 45 stig suðureftir, og nú hava vit bara tryggjað Polarstjørnuna, so ikki meira hendir við skipinum,  meðan bíðað ferður eftir tryggingarfelagnum og reiðarínum."

Tað, ið var mest umráðandi fyri Frimodt Rasmussen, stjóra á Klaksvíkar sleipistøð, var, at einki av fólkunum, ið var umborð á Polarstjørnuni, tá óhappið hendi, fekk nakað mein. 

"Øll eru komin trygt í land, og vit hava bjóða øllum kreppuhjálp."

Kári Sólstein, journalistur, tosaði við Frimodt Rasmussen, stjóra á Klaksvíkar sleipistøð, beint eftir hendingina.

 

Polarstjornan_koppad_a_sleipistodini

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858