- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórn skipað í Íslandi
Stjórn skipað í Íslandi
Kristrún Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini, verður forsætismálaráðharri í nýggja íslendsku stjornini, sum Samfylkingin, Viðreisn og Flokkur fólksins hava skipað

Nú hava tær gjørt ríkisstjórn.
20.12.2024 - 10:52
Kristrún Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini, verður forsætismálaráðharri í nýggja íslendsku stjornini, sum Samfylkingin, Viðreisn og Flokkur fólksins hava skipað.
Samfylkingin og Viðreisn fáa fýra ráðharrar, og Flokkur fólksins fær triggjar.
Eitt stjórnarráð verður lagt niður.
Tað skrivar Morgunblaðið.
Samgonguskjalið hjá stjórnini verður kunngjørt um vikuskiftið.
Tá verður eisini kunngjørt, hvør verður ráðharri.
Samráðingarnar millum teir tríggjar flokkarnar byrjaðu 3. desember.
13. desember boðaðu teir frá, at teir fóru at skriva samgonguskjal.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
RagnarRokk: Sonny Lombardozzi um A Bleeding Tree Hanging Self Destruction
212039
Nýggjastu sendingar í SV


























