Maður koyrdi inn í mannamúgvu í Magdeburg: Minst tvey fólk deyð

Maður koyrdi inn í mannamúgvu í Magdeburg: Minst tvey fólk deyð
Minst tvey fólk doyðu, tá ein maður í bili koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu í týska býnum Magdeburg í gjár. Maðurin, sum koyrdi, varð handtikin á staðnum
Minst tvey fólk doyðu, tá ein bilur koyrdi ígjøgnum eitt jólatorg í týska býnum Magdeburg í gjárkvøldið
Mynd: Axel Schmidt/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.12.2024 - 09:24

Minst tvey fólk doyðu og 68 fingu skaða, tá ein maður í bili koyrdi inn í eina mannamúgvu í týska býnum, Magdeburg, skriva fleiri altjóða miðlar.

Týski miðilin, Bild, skrivar í morgun, at fýra fólk hava latið lív.

Hetta hendi stutt eftir nátturðatíð í gjár við eitt jólatorg í býnum.

Maðurin, sum koyrdi í einum svørtum BMW, varð handtikin á staðnum. Hann er úr Saudiarabia, men hevur varandi uppihaldsloyvi í Týsklandi, hagar hann kom í 2006. Løgreglan hevur framvegis einki sagt um, hvørt talan er um yvirgang ella ikki.

Felags minningargudstænasta verður í dómkirkjuni í Magdeburg í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762