Dávur Juul heldur fram við at stýra Fuglafirði

Dávur Juul heldur fram við at stýra Fuglafirði
Dávur Juul heldur fram sum borgarstjóri í Fuglafirði eftir, at býráðið skipaði seg seinnapartin í gjár
Dávur Juul heldur fram sum borgarstjóri í Fuglafirði.
 
01.01.2025 - 13:30

Dávur Juul heldur fram sum borgarstjóri í Fuglafirði eftir, at býráðið skipaði seg seinnapartin í gjár.

Eyðun á Lakjuni er varaborgarstjóri, og Ólavur Larsen er annar varaborgarstjóri.

Á fundinum í gjár vóru fýra onnur uppskot um borgarstjóra.

Uppskot vóru um Ólav Larsen, Eivin Breiðaskarð, Kristian Martin Petersen og Jastrid á Dalbø. 

Listi Á, listin hjá Ólavi Larsen, sum var fyrstvaldi býráðslimur, er í minniluta og fekk seks fastar nevndarsessir.

Listarnir F og B eru í meirilutanum, sum hevur 12 fastar nevndarsessir.

Listi Á fekk nógv flestar atkvøður. Hann fekk 45,3 prosent á kommunuvalinum 12. november.  

Fimm býráðslimir eru í meirilutanum og fýra í minnilutanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688