Barnatalið fylgir ikki við

Barnatalið fylgir ikki við
Hóast Nes kommuna er tann kommunan í landinum, sum síðsta valskeiðið mundi standa í størst vøkstri í fólkatali, hevur vøksturin í barnatali ikki fylgt við.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
05.01.2025 - 14:31

Frá ársbyrjan í 2021 til fram ímóti ársenda í 2024 vaks fólkatalið úr 1.399 fólkum upp í 1.585. Tað svarar til ein vøkstur, ið er líka stórur sum talið av íbúgvum á Oyri.

- Skattainntøkurnar eru hækkaðar úr 50 milliónum krónum upp í 70 milliónir, sum er metta skattainntøkan hetta næsta árið, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum á vári í 2023 tók við býarheitinum.

Men hóast vøkstur hevur verið í bæði fólkatali og skattainntøkum, hevur vøksturin í barnatali ikki fylgt við restini av vøstrinum.

- Vit hava síðsta valskeiðið bygt nýggjan frítíðarskúla og høvdu væntað at skula bygt barnagarðin út eisini, so tað er skumpað eitt sindur út, sigur hann.

Halda fram við grundstykkjum
Hetta er tó ikki nakað, ið steðgar Nes kommunu, ið framvegis arbeiðir fram ímóti at fáa karmar fyri fjølbroyttari íbúðar- og sethúsabygging.

- Vit hava skrivað undir sáttmála um at leingja Høganesvegin 180 metrar, so fleiri grundstykki fáast, sigur Súni í Hjøllum.

- Eisini hava vit sent umsókn um at keypa 40.000 fermetrar aftrat, so vit ætla at vera klár til stóra tilflyting.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Súna í Hjøllum:

2025-01-05-Suni-i-Hjollum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542