Lættari og einfaldari at søkja búnaðarstuðul úr landskassanum

Lættari og einfaldari at søkja búnaðarstuðul úr landskassanum
Nýggja stuðulslógin er royndarskipan, sum skal vera í fimm ár
Nú verða flestu stuðulsskipanirnar til landbúnaðin savnaðar á einum stað. (Savnsmynd)
 
08.01.2025 - 08:03

Tað skal gerast lættari og einfaldari hjá landbúnaðinum at søkja um stuðul úr landskassanum. 

Tí hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið gjørt eitt lógaruppskot, sum savnar flestar almennar stuðulsskipanir á einum staði.

Skipanin verður eisini gjørd greiðari, sigur ráðið. 

 

Gamlar lógir

Stuðul til landbúnaðin er í dag í nógvum lógum og kunngerðum. Elsta lógin er frá 1961.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið vera nakað tað sama sum nú, slakar 20 milliónir krónur.

Aftrat teimum kemur stuðulin, sum verður latin sambært lógini um Búnaðargrunnin.

Nýggja stuðulslógin er ein royndarskipan, sum skal vera í fimm ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542