Eingin ætlan at gera undirsjóvarbreytir

Eingin ætlan at gera undirsjóvarbreytir
Í staðin er ætlanin at gera sjóvegis sambandið betri við nýggjum ferjum og betri ferðaætlanum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Í hesum árinum verður væntandi farið undir at smíða nýggja Kalsoyarferju.
Mynd: Visit Kalsoy  
 
16.01.2025 - 15:31

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at gera undirsjóvarbreytir, metro, til útoyggjarnar við verandi kostnaði og tøkni. Um tøkniliga menningin loyvir ti, eigur málið at verða tikið uppaftur.

Í staðin er ætlanin at gera sjóvegis sambandið betri við nýggjum ferjum og betri ferðaætlanum.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Vit hava ongar royndir ella siðvenju við undirsjóvarbreytum í Føroyum, og hava ikki av álvara arbeitt við málinum. Hvørki, tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, ella nú Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður, sigur Dennis Holm.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spurdi um undirsjóvarbreytir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Endurnýggja strandferðsluflotan

Landsstýrið hevur sett sær fyri at betra ferðasambandið til útoyggjarnar.

Strandferðsluflotin verður endurnýggjaður, og eftir ætlan verður farið undir at smíða nýggja Kalsoyarferju í ár.

Síðani er ætlanin at byggja ferju til Svínoyar- og Fugloyarleiðina.

Triðja ferjan verður helst Nólsoyarferjan.

Nýggju ferjurnar fara at lúka øll nýmótans krøv. Tað verður høgligari og betri at ferðast. Miðað verður eftir at sigla fleiri túrar, og fastbúgvandi eiga at verða raðfest fremst, sigur Dennis Holm í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542