Náðar fimm fólkum á sínum síðsta arbeiðsdegi

Náðar fimm fólkum á sínum síðsta arbeiðsdegi
Harímillum borgararættindastríðsmannin Marcus Garvey, sum annars doyði í 1940
 
19.01.2025 - 18:18

Í dag er síðsti dagur við Joe Biden sum forseta í USA, og seinasta dagin hevur hann valt at náða fimm fólkum afturat, skriva Hvítu Húsini í eini fráboðan.

Talan er millum annað um borgararættindastríðsmannin Marcus Garvey, sum annars doyði í 1940.

Garvey var ein jamaikanskur aktivistur, sum stovnaði Universal Negro Improve Association (UNIA) í 1914. Í 1920-árunum hevði UNIA yvir seks milliónir limir í 40 londum.

Garvey vildi millum annað gera enda á koloniseringini í Afrika.

Men í 1923 varð hann dømdur fyri svik í USA. Hann varð ákærdur fyri at hava roynt at selt partabrøv fyri felag sítt, Black Star Line, til ein ov høgan kurs. Men fleiri søgufrøðingar hava hildið, at Garvey varð dømdur av politiskum orsøkum.

Eftir trý ár í fongsli varð hann leyslatin og útvístur til Jamaika.

Joe Biden styttir eisini revsingina hjá tveimum øðrum fangum, sum hava sitið í fongsli síðan 1990-ini. Annar av teimum hevði fingið 111 ára revsing.

Báðir verða nú leyslatnir í februar við teirri grundgeving, at teir eru endurmennaðir, skriva Hvítu Húsini.

Joe Biden er tann amerikanski forsetin, sum hevur náðað og broytt dómin hjá flest fólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV