Trump verður tikin í eið sum forseti í dag

Trump verður tikin í eið sum forseti í dag
Donald Trump er bara annar forsetin í søguni, sum endurvinnur plássið í Hvítu húsunum, eftir at hava tapt eitt forsetaval
Seinnapartin okkara tíð verður Donald Trump tikin í eið sum 47. forsetin í USA.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.01.2025 - 09:17

Í dag klokkan fimm okkara tíð verður Donald Trump tikin í eið sum forseti nummar 47 í USA.

Stórt hátíðarhald verður í Washington D.C. Hátíðarhaldið verður eisini merkt av, at Joe Biden fer frá eftir fýra ár sum forseti.

Donald Trump er bara annar forsetin í søguni, sum endurvinnur plássið í Hvítu húsunum, eftir at hava tapt eitt forsetaval.

 

Gudstænasta og te

Dagurin byrjar við gudstænastu, síðani verður te í Hvítu húsunum, har fráfarandi forsetin er vertur fyri komandi forsetanum. Síðani verður koyrt til kongressbygningin á Capitol Hill.

Eftir ætlan skuldi Donald Trump verða tikin í eið og halda røðu uttan fyri kongressbygingin, sum vanligt er. Men av tí at boðað er frá nógvum kulda, sjey kuldastig, er haldið flutt, so at tað verður inni í kongressbygninginum.

Tað er bara einaferð áður, at tað hevur verið kaldari, tá ið ein forseti er tikin í eið. Tað var fyri 40 árum síðani, tá ið Ronald Regan var tikin í eið. Tá vóru 14 kuldastig.

 

Tilnevna ráðharrar

Eitt tað fyrsta, sum nýggi forsetin, Donald Trump, ger, er at tilnevna ráðharrar. 

Ætlanin var síðani, at gangast skuldi frá Capitol Hill til Hvítu húsini, har nýggi forsetin heilsar upp á fólk. Men vegna kuldan verður tað væntandi ikki gjørt í dag.

Seinni í kvøld skal Donald Trump vera við á fleiri veitslum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358