Fyrsti stóri skipatunnilin verður gjørdur í Noregi

Fyrsti stóri skipatunnilin verður gjørdur í Noregi
Talan er um Stad Skipstunnel, ið verður 1.700 metrar langur, umframt innsiglingina báðumegin. Kostnaðurin er mettur til 3.450.000.000 norskar krónur
Stad Skipstunnel, Noreg
Mynd: Kystverket/Multiconsult/Link Arkitektur  
 
24.01.2025 - 11:04

Sambært Kystverket fara 81 prosent av dagsins skipaferðslu at kunna brúka tunnilin, og tá er eisini talan um skipini hjá Hurtigruten og stóru cruiseskipini.

Páll Nielsen, ið er skipari á farmaskipinum Silver Pearl, siglur javnan í hesum økinum, og hann sigur at tað ofta er illveður og tung alda í hesum økinum, og tí kemur hesin siglingartunnilin væl við. Eisini vísur hann at tað eitt nú er nógv aling í økinum.

Harumframt kann tunnilin eisini gerast gagnligur fyri umhvørvið, tí sum er verður stórur partur av farminum fluttur á trailarum heldur enn við skipi. Og tá ið tunnilin er komin er hugsandi at farmaflutningurin á sjónum fer at økjast munandi.

Páll Nielsen sigur eisini at tað verður spennandi og flott at sigla gjøgnum Stad Skipstunnel, tá hesin verður liðugur.

Samrøðan við Páll Nielsen kann hoyrast her:

 

1721840


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519