Vil hava Trump til forseta eitt skeið aftrat

Vil hava Trump til forseta eitt skeið aftrat
Republikanski kongresslimurin, Andy Ogles, skjýtur upp at broyta grundlógina
Donald Trump, sum júst hevur tikið við sum forseti í USA, verður 82 ár, tá skeiðið er úti í 2029.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.01.2025 - 13:22

Ein limur í amerikonsku kongressini skjýtur upp at broyta stýrisskipanina, so at Donald Trump kann sita eitt triðja forsetaskeið eisini.

Amerikanska stýrisskipanin loyvir bert einum forseta at sita tvey fýra ára skeið. 

Men verður tað, sum republikanski kongresslimurin Andy Ogles ætlar, skal grundlógin broytast, so at Trump kann stilla upp til forsetavalið, tá ið forsetaskeið hansara endar í 2029.

 

Andy Ogles.

 

- Trump hevur prógvað, at hann er tann einasti í nýggjari søgu, sum er førur fyri at venda skeivu gongdini í okkara tjóð og endurreisa Amerika til stórleika, og hann skal fáa neyðugu tíð til at røkka málinum. Tí skjóti eg upp at broyta stýrisskipanina, stendur m.a. í tíðindaskrivi frá Andy Ogles.

Sambært miðlinum Axios, verður broytingin neyvan góðkend.

Donald Trump verður 82 ár, tá forsetaskeið hansara endar í 2029.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809