Danski forsætisráðharrin: Hvørki friður ella kríggj

Danski forsætisráðharrin: Hvørki friður ella kríggj
Londini við Eystrasalt og Nato hava havt toppfund í finska høvuðsstaðnum
Politiskir leiðarar á toppfundi í Helsinki í dag. Frá vinstru Kristen Michal, forsætisráðharri í Estlandi, Alexander Stubb, forseti í Finnlandi, danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, og Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2025 - 13:25

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur seg vera samda við svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson, sum um vikuskiftið segði, at tað valdar hvørki friður ella kríggj í Svøríki.

Toppfundur fyri ríkisleiðarar í londunum við Eystrasalt og Nato hevur verið í finska høvuðsstaðnum Helsinki í dag.

Fyrrapartin tosaði Mette Frederiksen við danska fjølmiðlar. Hon legði dent á, at tað hevur týdning at fáa báðar partar av útsøgnini hjá Ulf Kristersson við:

 

Mette_Frederiksen_1

 

Mette Frederiksen fegnast um, at Nato-londini við Eystrasalt styrkja samstarvið á fleiri mótum og stigum:

 

Mette_Frederiksen_2_NYTT
 

 

- Upprunaliga málið hjá Nato at brúka tvey prosent av BTÚ á verjuøkinum, er ikki longur nóg mikið, segði danski forsætisráðharrin.

Við hesum endurtók hon tað, sum hon segði í nýggjársrøðuni, at Danmark longu er farið undir herdubbing, og at hon fer at halda fram. 

- Og tað verður sera, sera dýrt, segði hon.

NATO-londini við Eystrasalt tilskila sær rættin at reagera móti øllum skipum, sum tey hava illgruna um skáka sær undan revsitiltøkum, og eru til vanda fyri trygdina, stendur í felags yvirlýsing frá londunum eftir toppfundin í dag, skrivar Reuters.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659