Trump trýr enn uppá, at hann fær klørnar í Grønland

Trump trýr enn uppá, at hann fær klørnar í Grønland
Amerikanski forsetin segði í gjár við journalistar umborð á forsetaflogarinum, at tað hevði verið óvinaligt av dønum ikki at lata USA fáa Grønland
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil ikki gevast at tosa um Grønland
Mynd: Leah Millis/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2025 - 15:06

Amerikanski forsetin, Donald Trump, trýr framvegis uppá, at USA fær klørnar í Grønland.

Tað segði hann, sambært BBC, við journalistar, umborð á flogfarinum hjá forsetanum, Air Force One, í gjár. Og hann legði afturat, at hetta er í tráð við ynskið hjá grønlendingum sjálvum.

Útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum eru viðmerkingar til tað, sum danski forsætismálaráðharrin, Mette Frederiksen segði um sama evni síðstu viku. Tá endurtók hon tað, sum danska stjórnin longu hevur sagt fleiri ferðir, at Grønland er ikki til sølu.

Tað var á tíðinda-fundi umborð á forseta-flogfarinum, at miðlarnir spurdu um viðurskiftini í samband við Grønland. Tá segði Donald Trump, at hann ikki ordiliga visti hví Danmark hevur krav uppá Grønland, men eftir hansara tykki hevði tað verið óvinaligt av dønum ikki at lata amerikanarum Grønlands, tí tað er fyri at verja frælsa heimin.

- Tað hevur einki annað við USA at gera enn, at vit kunnu tryggja grønlendingum frælsi. Tað kann Danmark ikki, segði hann.

Útsagnirnar hjá nýggja amerikanska forsetanum eru broyttar nokkso nógv síðan hann fyrst í januar í ár tók aftur í aftur ætlanirnar, sum hann fyrstu ferð legði fram í 2019. 

Í januar segði hann, at tað var av seta stórum strategiskum týdningi fyri USA, eisini fíggjarligum, at fáa fatur á Grønlandi. Og í amerikonskum kjakum hava fleiri kjakarar nevnt um ráevnini, sum eru í grønlendsku undirgrundini.

Nú snýr tað seg um trygdina hjá frælsa heiminum.

Grønlendingar - og danir fyri tað - halda fast í, at Grønland ikki er til sølu. Og tey eru samd um, at tað bara eru grønlendingar, sum avgera framtíð Grønlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386