Fer kanska at skriva út val

Fer kanska at skriva út val
Í morgun verður dúgliga gitt í Spania, at forsætisráðharrin fer at skriva út val í ótíð
Pedro Sánchez er forsætisráðharri í Spania.
Mynd: Juan Medina/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2026 - 08:10

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, fer at halda røðu fyri tjóðini nú klokkan 8 í morgun. 

Leysasøgur eru í sponsku miðlunum um, at hann fer at skriva út val.

Tíggjutúsundtals spaniólar hava seinastu vikurnar mótmælt bústaðarneyðini í landinum, og í síðstu viku eydnaðist tað ikki minnilutastjórnini hjá Sanchez at samtykkja eitt stórt bústaðar-nýskipanarlógaruppskot í tjóðartinginum.

Stóra blaðið El País skrivar, at "alt nú er komið uppá pláss" fyri at Sanchez skal útskriva val, og tað gita eisini aðrir spanskir miðlar.

Ikki er neyðugt hjá Sanchez at útskriva val fyrr enn í august næsta ár, tá valskeiðið er úti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542