Framvegis størri ferðsla enn væntað

Framvegis størri ferðsla enn væntað
806 akfør brúktu Sandoyartunnilin í miðal um samdøgrið í januar
Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis størri enn mett var, áðrenn tunnilin læt upp fyri ferðslu.
 
04.02.2025 - 07:41

806 akfør brúktu Sandoyartunnilin í miðal um samdøgrið í januar, júst 100 færri enn í desember.

Í Eysturoyartunlinum var talið 5.697. Tað var 6.073 í desember og 5.150 í januar í fjør.

Bæði í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum vóru fleiri akfør í januar í ár enn í januar í fjør.

Men tey vóru færri enn í desember.

Í Vágatunlinum var miðaltalið í januar í ár 2.362. Tað var 2.252 í fjør.

Norðoyatunnilin hevði miðaltalið 3.862 í januar í ár og 3.536 í januar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026