Listakvinnan: Glaspláturnar skulu aftur á tinghúsið

Listakvinnan: Glaspláturnar skulu aftur á tinghúsið
Hansina Iversen er ikki tikin upp á ráð, nú avgerð verður tikin um at finna aðra loysn at klæða umsitingarbygning hjá løgtinginum
Glaspláturnar vórðu tiknar niður og settar í kjallaran hjá Havnar Arbeiðarafelag, meðan betongið varð kannað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2025 - 11:09

- Glaspláturnar skulu upp á tinghúsið aftur, tí tað er tað, tær eru gjørdar til. 

Tað sigur listarkvinnan Hansina Iversen, sum ikki er tikin upp á ráð,hvat skal gerast, nú avgerð verður tikin um at finna aðra loysn.

 

Hansina Iversen. 

 

Tað var beint fyri ólavsøku í 2023, at petti av einari plátu duttu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin. Og í fjør summar datt ein pláta á hinari síðuni á bygninginum av klædninginum. 

Allar glaspláturnar vórðu tiknar niður og settar í kjallaran hjá Havnar Arbeiðarafelag, meðan betongið varð kannað.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Úrslitið var, at betongið ikki orkaði at halda glasplátunum, og tí skuldi arbeiðast við eini aðrari loysn. 

Tosað hevur verið um at klæða bygningin við øðrum tilfari, men tað verður neyvan nakað, sum fer at líkjast glasinum.

Hoyr innslag í íutvarpstíðindunum: 

 

07022025_Hansina_og_glaplatur

 

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur, at endaliga støða ikki er tikin, um hvat skal gerast. 

Løgtingið bíðar eftir, at Landsverk kemur við einum tilmæli, sum formansskapurin skal taka endaliga støðu til.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858