Fregnartænasta: Russland fyrireikar seg til stórkríggj í Evropa

Fregnartænasta: Russland fyrireikar seg til stórkríggj í Evropa
Fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur gjørt nýggjar metingar av russisku hóttanini. Hóttanin móti Føroyum og Grønlandi er øðrvísi
Gongdin í krígnum í Ukraina og herdubbing í Nato verða avgerandi fyri, um Russland verður ført fyri at fara í stórkríggj í Evropa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.02.2025 - 11:13

Um steðgur kemur í kríggið í Ukraina, ella kríggið heldur uppat, og um NATO ikki samstundis dubbar, kann Russland innan fimm ár vera til reiðar at fara í stórkríggj í Evropa.

Tað skrivar fregnartænastan hjá donsku verjuni, stytt FE, í nýggjari meting av hóttanini úr Russlandi.

Sambært FE, verður hernaðarliga hóttanin úr Russlandi størri næstu árini.

FE sigur, at Russland um einar seks mánaðir kann fara í lokalt kríggj í einum grannalandi.

Russland kann um umleið tvey ár verða ein hóttan móti einum ella fleiri Nato-londum, og sostatt vera til reiðar til kríggj móti fleiri londum við Eystrasalt.

Og um eini fimm ár kann Russland vera til reiðar til stórkríggj á evropiska meginlandinum, har USA ikki leggur uppí. 

Treytin fyri tíðarfreistunum er, at NATO ikki samstundis herdubbar við somu ferð sum Russland, skrivar FE.

 

Eingin hóttan móti Danmark í løtuni

Í metingini stendur eisini, at í løtuni er eingin hóttan um veruligt hernaðarligt álop á Danmark.

Partur av grundgevingini hjá FE er, at Russland samstundis sum kríggj er í Ukraina er farið at nýskipa herdeildirnar í landinum.

Men seinasta árið er tað arbeiðið farið frá fyrst og fremst at snúgva seg um umbygging, til at vera ein miðvís hernaðarlig uppbygging við tí endamáli at kunna fara í kríggj móti NATO, stendur í hóttanarmetingini.

- Russland hevur longu megnað at dagført sínar førleikar til bæði at nútímansgera herútgerðina, og hevur eisini set munandi størri ferð á hernaðarligu framleiðsluna hjá sær. 

Russland kann longu í dag marka útgerð til herdubbing móti NATO, serliga orsakað av fíggjarliga og materiella stuðlinum, sum landið fær uttanífrá, stendur í frágreiðingini.

 

Øðrvísi hóttan móti Føroyum og Grønlandi

Sambært fregnartænastuni hjá donsku verjuni er hóttanin um veruligt hernaðligt álop á Grønland og Føroyar øðrvísi, enn hóttanin móti Danmark.

Orsøkin er, at Russland sær londini bæði í einum norðuramerikanskum samanhangi, skrivar FE.

- Hetta merkir, at Russland ikki neyðturviliga fer at blanda Grønland og Føroyar upp í eitt evropeiskt stríð, og at strategiski áhugin hjá landinum fyri økinum er meira knýttur at sambandinum við USA enn Evropa, skrivar fregnartænastan í metingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770