Vestanlond keypa nógvan fisk úr Russlandi

Vestanlond keypa nógvan fisk úr Russlandi
Síðani Russland leyp á Ukraina, er innflutningurin av russiskum fiski hjá ES vaksin 19 prosent
Frá mars 2022 til september 2024 hava lond í ES keypt fisk úr Russlandi fyri 15,5 milliardir krónur. (Savnsmynd)
 
12.02.2025 - 08:02

Hóast lond í Vesturheiminum ikki vilja vita av Russlandi, keypa tey nógvan fisk haðani.

Í 2023 vóru 98.000 tons av russiskum fiski innflutt til lond í ES, skriva Eyjafrettir.is, sum brúka norska Fiskeribladet og Barents Observer sum keldur.

Eisini Noreg keypir nógvan fisk úr Russlandi og meira nú enn fyrr, serliga stórur var innflutningurin av toski í fjør.

Norski havnarstongsulin umfatar ikki skip, sum koma til Noregs við fiski, skriva Eyjafrettir.is.

ES krevur 12 prosent í tolli av russiskum fiski. Bretland krevur 35 prosent.

Men fiskur, sum Noreg keypir úr Russlandi, og síðani útflytur aftur til ES, er tollfríur.

Og heldur eingin tollur er á russiskum fiski í Noregi.

Síðani Russland leyp á Ukraina, er innflutningurin av russiskum fiski hjá ES vaksin 19 prosent. 

Frá mars 2022 til september 2024 hava lond í ES keypt fisk úr Russlandi fyri 15,5 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229