Aftur fundur í París í dag um trygdarstøðuna í heiminum

Aftur fundur í París í dag um trygdarstøðuna í heiminum
Hesa ferð eru fleiri lond við enn á fundinum, sum var mánadagin
Franski forsetin, Macron, er aftur vertur fyri trygdarfundi í París í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.02.2025 - 08:29

Aftur í dag hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, í skundi kallað stjórnarleiðarar á fund í París um trygdarstøðuna í heiminum.

Hesa ferð eru Svøríki, Finnland, Kanada, Kekkia, Belgia, Rumenia og Grikkaland eisini við. Fleiri av hesum londum vóru ikki við á fundinum mánadagin, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, umboðaði Norðurlond og baltisku londini.

Tað er Reuters-tíðindastovan, sum ber tíðindini.

Skráin fyri fundin, er sambært keldunum, støðan í Ukraina og í Evropa.

Pressuráðgevin hjá svenska forsætisráðharranum váttar fyri Dagens Nyheter, at fundurin verður, og at svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, verður við talgilt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985