Reiðarar og Fíggjarmálaráðið ósamd um, hvussu veiðigjald skal tulkast

Reiðarar og Fíggjarmálaráðið ósamd um, hvussu veiðigjald skal tulkast
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit til uppskotið, um at veiðigjaldið skal vera tað sama, hóast kvoturnar minka
Meirilutin sigur, at reiðarar og Fíggjarmálaráðið eru ikki samd um, hvussu greinin um veiðigjald skal tulkast. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.02.2025 - 08:04

Hóast meirilutin í fíggjarnevdini, tað er samgongan, tekur undir við, at veiðigjaldið er tað sama, hóast kvoturnar minka, hevur hann nakrar viðmerkingar um ætlanina hjá landsstýrinum.

Í lógini, sum nú er, stendur, at veiðigjaldið minkar eina helvt, tá kvotan minkar meira enn helvtina.

Meirilutin sigur, at reiðarar og Fíggjarmálaráðið eru ikki samd um, hvussu greinin um veiðigjald skal tulkast. 

Meirilutin heldur, at tað er óheppið, um landsstýrið í 2020 hevur givið Reiðarafelagnum ta fatan, at tað ber til at avtala ásetingar um tilfeingisgjøld við eitt landsstýri, sum umboðar ein smalan meiriluta í politisku skipanini, og hetta so skal vera galdandi í allari framtíð. 

 

Andstøðan mælir frá

Andstøðan í Fíggjarnevndini mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarnevndarlimirnir hjá andstøðuni halda, at karmarnir hjá fiskivinnuni skulu vera støðugir.

Tí vinnan eigur at vita, hvussu hon eigur at bera seg at.

Grundleggjandi broytingar eiga ikki vera gjørdar við stuttum millumbilum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221