Týskland: Kristindemokratarnir og SPD skipa væntandi stjórn

Týskland: Kristindemokratarnir og SPD skipa væntandi stjórn
Flokkarnir hava 328 av teimum tilsamans 630 sessunum í Ríkisdegnum
Friedrich Merz, formaður í CDU, verður kanslari í nýggju samgongustjórnini, sum helst verður skipað saman við sosialdemokratunum, ið høvdu vánaligasta valið yvirhøvur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2025 - 11:41

Nýggja týska stjórnin verður helst skipað millum Kristindemokratarnar, CDU, systurflokkin CSU, og sosialdemokratiska SPD.

Sambært týska blaðnum, Die Zeit, fáa hesir flokkar 328 av teimum 630 sessunum í Ríkisdegnum.

Flokkurin hjá Friedrich Merz, CDU, vann saman við systurflokkinum CSU, valið í Týsklandi í gjár við íalt 28,6 prosentum av atkvøðunum.

Hin vinnarin gjørdist høgravíðgongdi flokkurin, AfD, Alternativ für Deutschland, sum tvífaldaði sína undirtøku. Flokkurin fekk 20,8 prosent av atkvøðunum. 

 

Eingin vil samstarva

Hóast AfD tvífaldaði undirtøku sína í mun til seinasta val í 2021, verður tó ikki roknað við, at nakar annar fer at samstarva við flokkin. Týskarar halda flokkin vera høgravíðgongdan.

Hetta heldur leiðarin í Alternativ für Deutschland, Alice Weidel, vera ódemokratiskt.

Á tíðindafundi í Berlin í gjár segði hon, at eingin annar flokkur hevur megnað at gerast fólksligur flokkur eftir so stuttari tíð, og tí eigur AfD at vera við í nýggju týsku stjórnini.

- Vit eru til reiðar at taka ábyrgd, tí týski veljarin hevur atkvøtt fyri broyting, sigur Alice Weidel.

Flokkurin hjá Olafi Scholz, nú fráfarandi kanslara, SPD, fekk sítt vánaligasta val nakrantíð við 16, 4 prosentum av atkvøðunum.

Umhvørvisflokkurin, Die Grüne, fekk 11,6 procent av atkvøðunum, og vinstraflokkurin, Die Linke, fekk undirtøku frá 8,8 procent frá veljarunum.

 

Steen Nørskov.

 

Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Steen Nørskov, tíðindamann hjá danska kringvarpinum í Týsklandi:

 

24022025_Norskov

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345