Landsstýriskvinnan fingið álit um landslæknaembætið

Landsstýriskvinnan fingið álit um landslæknaembætið
Samgonguflokkarnir ætla at yvirtaka landslæknaembætið, og støða verður tikin til málið í vár, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, hevur fingið álit frá arbeiðsbólki, sum var settur at kanna møguleikarnar at yvirtaka landslæknaembætið.
 
28.02.2025 - 13:22

Álit um at yvirtaka uppgávurnar hjá landslæknaembætinum er handað Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Hon skal nú taka støðu til, um landslæknaembætið og ávís onnur málsøki skulu yvirtakast í hesum samgonguskeiðnum.

Umframt uppgávurnar hjá landslæknaembætinum vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at yvirtaka málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatikk, rúsandi evni, vísindasiðseminevnd og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.

Les álitið her.

Í mars í fjør setti táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, ein arbeiðsbólk við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar at útgreina og lýsa møguliga yvirtøku av landslæknaembætinum.

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at yvirtøkan skal fyrireikast, og sambært Súsonnu Bertholdsen, verður støða tikin til málið  í vár.

 

Umboð fyri bæði føroyskar og danskar myndugleikar mannaðu arbeiðsbólkin. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329