Ákæri: Okkara greiða fatan, at málini føra til dóm

Ákæri: Okkara greiða fatan, at málini føra til dóm
Seks fólk eru ákærd í stóra rúsevnamálinum. Ein hevur játtað seg sekan og sigur, at hann var einsamallur um smuglingina
Føroya rættur er fluttur oman á Hotel Hafnia at viðgera stóra rúsevnamálið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2025 - 13:33

-  Tað er okkara greiða fatan, at málini fara at føra til dóm.

Tað sigur Ingi Midjord, ákæri, nú størsta rúsevnamál higartil í Føroyum byrjaði í Føroya rætti í morgun.

Seks fólk eru ákærd fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya.

Ein teimum av seks játtaði seg sekan og sigur, at hann var einsamallur um smuglingina.

Av tí at málið er so umfatandi, er ikki pláss í hølunum hjá Føroya rætti, og rættarviðgerðin er tí á Hotel Hafnia. 

Hoyr Emil Lisberg Jacobsen greiða frá úr rættinum og samrøðu við Inga Midjord, ákæra:

 

03042025_Rusevnamal

 

Øll vikan er sett av at viðgera rúsevnamálið í rættinum. 

Hildið verður fram at avhoyra tey ákærdu seinnapartin í dag og í morgin. Mikudagin verða vitni avhoyrd, og hósdagin og møguliga fríggjadagin verður dómsviðgerð.

Dómur verður eftir ætlan sagdur í málinum fríggjadagin. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926