Ber illa til at siga, hvussu nógv verður boðið út

Ber illa til at siga, hvussu nógv verður boðið út
Í fjør vóru 48 útboð á Keypsportalinum, men Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan hava tó eina greiða fatan um, at meira kundi verið boðið út
Arbeitt verður við at dagføra Keypsportalin, so meira verður boðið út, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
 
05.03.2025 - 08:39

Verri enn so øll innkeyp hjá landinum eru skrásett soleiðis, at til ber at siga, hvussu stórur partur er boðin út.

Bara útboð á Keypsportalinum og umbiðin undantøk eru skrásett á Keypsportalinum.

Í 2022 vóru 48 útboð á Keypsportalinum, í 2023 vóru 41, og í fjør vóru aftur 48 útboð á Keypsportalinum. 

Smærri keyp vera avgreidd sum tilboðsfyrispurningar. Teir eru ikki skrásettir hjá Keypsportalinum.

Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan hava tó eina greiða fatan um, at meira kundi verið boðið út.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Les svarið her.

 

Keypa fyri tvær milliardir

Hon sigur, at landið keypir vørur og tænastur fyri slakar tvær milliardir krónur um árið.

Ruth Vang sigur, at tað er greitt, at tá stovnar landsins bjóða út vørur í kapping, gjøgnum útboð ella tilboðsfyrispurning, eru royndirnar aloftast sera góðar. 

Nógv nógv dømi eru um stovnar, sum hava fingið vørur og tænastur nógv bíligari á tann hátt. 

Arbeitt verður við at dagføra Keypsportalin, so meira verður boðið út.

Hetta arbeiðið verður eftir ætlan skjótt liðugt, sigur Ruth Vang. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744