Jóhan og Eirikur í landsstýrið og Høgni í tingið

Jóhan og Eirikur í landsstýrið og Høgni í tingið
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, fer nú at umsita uttanrikis- og vinnumál.
Jóhan Christiansen verður landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
 
07.03.2025 - 09:52

Tjóðveldi umskipar manningina í landsstýrinum.

Tað váttar Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.

Jóhan Christiansen verður landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, sum er farin aftur í tingið.

Jóhan Christiansen fekk 125 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.

 

Eirikur í Jákupsstovu.

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, fer í landsstýrið at umsita almanna- og mentamál.

Sirið Stenberg, sum hevur umsitið almanna- og mentamál, fer nú at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025