Valforkvinnan eigur seinastu atkvøðuna

Valforkvinnan eigur seinastu atkvøðuna
-Eg havi ikki upplivað slíkan áhuga fyri valinum sum hesaferð, segði valforkvinnan, tá hon stongdi valhølið í Nuuk
Bea Mølgaard Lennert, valforkvinna á valstaðnum í Nuuk
 
11.03.2025 - 23:17

Beint eftir klokkan hálvgum nýggju, lokala tíð, lat Bea Mølgaard Lennert sína atkvøðu í kassan, og harvið endaði valið í Nuuk

-Eg havi ikki upplivað slíkan áhuga fyri valinum sum hesaferð, segði Bea Mølgaard Lennert, valforkvinna á valstaðnum í Nuuk, við riðilin av fjølmiðlafólki, tá hon formliga endaði valið.

Í Grønlandi er siður, at valforkvinnan fyrst rópar í hátalaran, um nakar manglar at greiða atkvøðu. Um eingin er eftir, fer hon sjálv inn í valrúmið at greiða atkvøðu, og síðani er valið av.

Tað gjørdi Bea Mølgaard Lennert beint eftir klokkan hálvgum níggju, lokala tíð.

Hóast hon tá ikki kendi endaligu tølini, so var forkvinnan á valstaðnum sannførd um, at valluttøkan hesaferð er størri enn seinast. 

-Eg havi eina greiða ábending um, at valluttøkan fer upp um 70 prosent, segði Bea Mølgaard Lennert, tá hon hevði greitt atkvøðu.

Endaliga valluttøkan á valstaðnum í Nuuk er ikki kunngjørd enn. Men við Kringvarpið nú sigur valforkvinnan, at valluttøkan sær út til at vera 66 prosent, umframt brævatkvøðurnar. Hetta skal tó takast við fyrivarni. 

Hon roknar við, at tey eru liðug at telja atkvøðurnar umleið á midnátt. 

Eisini í Sisimiut er valið av. Har settu 3947 fólk krossin, og tað eru 73,7 prosent av teimum, sum hava valrætt. Á valinum fyri fýra árum síðani var vallutøkan í Sisimiut 61,6 prosent. 

Tilsamans 40.369 fólk hava valrætt til grønlendska landstingið, Inatsisartut. Seks flokkar stilla upp og kappast um teir 31 tingsessirnar í Inatsisartut. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065