Føroyar fingu Montenegro, Ísland og Portugal

Føroyar fingu Montenegro, Ísland og Portugal
Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti Montenegro, Íslandi og Portugal í royndini at koma til EM-endaspælið í 2026
Súna Krossteig Hansen og hinar hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti Portugal, Íslandi og Montenegro í undankappingini til EM-endaspælið
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2025 - 16:18

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti Portugal, Íslandi og Montenegro í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi í desember 2026.

Føroyar vóru í fjórða av fýra styrkisbólkum, sum vóru gjørdir út frá úrslitunum seinastu fýra árini.

Tey fimm vertslondini fara beinleiðis í endaspælið saman við Norra, Danmark og Ungarn, sum vunnu ávíkavist gull, silvur og bronsu til EM í fjør.

Tey 24 liðini í undankappingini spæla sum vanligt úti og heima ímóti teimum trimum mótstøðuliðunum í sínum bólki.

Tveir teir fyrstu dystirnir vera 15. - 19. oktober 2025, 3. og 4. umfar verður 4. - 8. mars 2026 og tveir teir síðstu dystirnir vera 8. - 12. apríl 2026. 

Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki og fýra teir bestu trý'ararnir spæla seg til endaspælið.

 


Soleiðis síggja bólkarnir út til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober. (MYND: EHF)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983