Lutakast: Hondbóltsmenninir sleppa undan fleiri tungum tjóðum

Lutakast: Hondbóltsmenninir sleppa undan fleiri tungum tjóðum
Føroysku hondsbóltsmenninir eru í næstovasta styrkisbólki, tá lutakastið til EM-undankappingina verður hósdagin, og sleppa tí undan t.d. Póllandi, Hollandi og Norðurmakedónia
 
24.03.2026 - 11:46

Føroysku hondbóltsmenninir eru í næstovasta styrkisbólki, tá lutakastið til komandi EM-undankappingina verður í Lissabon hósdagin.

Tað merkir, at Føroyar sleppa undan fleiri sterkum tjóðum sum til dømis Portugal, Hollandi, Norðurmakedónia og Eysturríki. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinastu kappingarnar hjá EHF.

 

Styrkisbólkarnir til lutakastið

Bólkur 1: Kroatia, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Noreg, Slovenia, Svøríki

Bólkur 2: Eysturríki, Kekkia, Føroyar, Italia, Norðurmakedonia, Niðurlond, Pólland, Serbia

Bólkur 3: Belgia, Bosnia-Hersegovina, Georgia, Grikkaland, Litava, Montenegro, Rumenia, Ukraina

Bólkur 4: Estland, Finnland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Luksemborg, Slovakia, Turkaland

 

Tvey tey fremstu liðini úr hvørjum bólki og fýra teir bestu av átta trý´arunum koma víðari til EM-endaspælið í januar 2028, sum verður í Sveis, Spania og Portugal.

Tað er longu greitt, at um Føroyar vinna seg til endaspælið skulu Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í Lissabon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655