Óli skoraði seks tá GOG tryggjaði sær fimta plássið

Óli skoraði seks tá GOG tryggjaði sær fimta plássið
Samandráttur: Óli Mittún skeyt seks av málunum hjá GOG, sum við sigri á Zagreb tryggjaði sær fimta plássið í Champions League-bólkaspælinum
Óli Mittún skoraði seks mál ímóti Zagreb í síðsta dystinum í CL-bólkaspælinum
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
12.03.2026 - 10:00

Óli Mittún skoraði seks ferðir, tá GOG vann 33-28 á RK Zagreb og tryggjaði sær 5. plássið í bólki B í Champions League, sum endaði í gjár.

GOG hevði longu frammanundan spælt seg til røkkstøkk-umfarið, men ætlaði sær ivaleyst at yvirhála PSG, sum spældi ímóti Bundesliga-risanum Magdeburg í gjár.

Við góðari hjálp frá føroyska landsliðsbakkinum fór fjónliðið undan seinasta korterið, men av tí at PSG eitt sindur óvæntað vann á Magdeburg, eydnaðist ikki at koma upp á 4. pláss.

Tí skal GOG spæla ímóti nummar fýra í bólki A í røkkstøkk.umfarinum. Tað verður antin Vezprem, Nantes ella Kielce.

 


Óli Mittún var sum ikki einaferð í miðdeplinum í álopsspælinum hjá GOG.I samandráttinum síggjast fleiri góðar sendingar frá føroyinginum.

 

Hákun og teir seta punktum

Í Berlin skulu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir seta pent punktum fyri bólkaspælinum.

Füchse Berlin hevur longu vunnið bólk A frammanfyri Aalborg, sum endar nummar tvey, so einki stendur upp á spæl hjá Hákuni West av Teigum, tá Nantes vitjar í týska høvuðsstaðnum í kvøld. 

 


Hákun West av Teigum og teir í Füchse Berlin hava vunnið sín CL-bólk, men munnu ætla sær eitt gott punktum, tá Nantes vitjar týska høvuðsstaðin í kvøld (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau/Scanpix

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525