Yvirfriðingarnevndin góðkent byggiætlanina hjá Varðanum Pelagic

Yvirfriðingarnevndin góðkent byggiætlanina hjá Varðanum Pelagic
Nú verður bíðað eftir umhvørvisgóðkenning frá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, tí góðkenningin frá Umhvørvisstovuni var kærd
Í verkætlanin verður havnarøkið víðkað 9.000 fermetrar.
 
24.03.2025 - 12:20

Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent ætlanina hjá Varðanum Pelagic at útbyggja á Tvøroyri.

Hon hevur eisini góðkent byggingina, sum er gjørd har síðani 2013.

Yvirfriðingarnevndin staðfestir, at økið hevur havt havna- og vinnuligan dám.

Hon sigur, at útbyggingin ikki fer at skerja landslagið, ella fer at skerja nógv almenna útsýnið.

 

Umhvørvisgóðkenning frá landsstýriskvinnuni

Nú Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent verkætlanina á Tvøroyri, verður bíðað eftir umhvørvisgóðkenningini, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum viðger.

Tí umhvørvisgóðkenningin, sum Umhvørvisstovan gav, var kærd.

Tvøroyrar býráð hevur einmælt samtykt at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi.

Í verkætlanin verður havnarøkið víðkað 9.000 fermetrar. Har skal millum annað byggjast ein 60 metra høgur skorsteinur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531