Hundasletufelagið bjóðaði amerikanarum til Grønlands

Hundasletufelagið bjóðaði amerikanarum til Grønlands
KNQK, felagsskapurin sum skipar fyri hundasletukappingini, Avannaata Qimussersua, bjóðaði amerikansku gestunum til Grønlands.
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.03.2025 - 18:47

Tað er KNQK, felagsskapurin, sum skipar fyri hundasletukappingini, Avannaata Qimussersua, sum hevur bjóðað amerikansku gestunum til Grønlands. Tað vísir innlit, sum KNR, hevur fingið. 

16. februar í ár skrivaði formaðurin í felagnum, Mikkel Jeremiassen millum annað soleiðis í brævi til amerikanska verjumálaráðharran, Pete Hegseth:

"Tað er ein stór æra vegna KNQK, at bjóða tær at koma og luttaka í mætu hundasletukappingini í Grønlandi. Tað, at tú ert til staðar, kann ríka tiltakið, og samstundis leggja dent á tey sterku altjóða bondini, sum liggja undir samstarvinum í arktiska sambandinum"

Mikkel Jeremiassen hevur annars fyrr noktað fyri, at tað var KNQK, sum hevði bjóðað amerikansku gestunum.

Tað verður tó ikki Pete Hegseth, sum kemur til Grønlands, men umsitingin hjá Trump hevur boðað frá, at trygdarráðgevin Mike Walz, orkumálráðharrin Chris Wright og kona varaforsetan J.D.Vance, Usha Vance, koma á vitjan í Grønland í ovurmorgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961