Skottryggu bilarnir í Nuuk fara nú aftur til USA

Skottryggu bilarnir í Nuuk fara nú aftur til USA
Amerikanararnir hava avlýst vitjanina í Nuuk og Sisimiut, og í staðin verður farið til amerikansku Pittuffik-støðina
Skottryggu bilarnir eru nú á veg aftur til USA.
Mynd: Sermitsiaq  
 
26.03.2025 - 10:03

Eitt amerikanskt Hercules-flogfar hevur verið í Nuuk í Grønlandi eftir amerikansku skottryggu bilunum og fólki, sum eftir øllum at døma skuldu fyrireika vitjanina hjá Ushu Vance, konu amerikanska varaforsetan, J.D. Vance.

Og eitt annað Hercules-flogfar aftrat er á veg til Nuuk.

Tað skrivar miðilin Sermitsiaq.

Tvey Hercules-flogfar komu við bilunum og fólki til Nuuk sunnudagin.

 

Ferðaætlanin broytt

Tá var ætlanin, at Usha Vance og trygdarráðgevin, Mike Waltz, skuldu vitja Nuuk og Sisimiut í hesari vikuni. Usha Vance skuldi millum annað hyggja at hundasletukapping í Sisimiut.

Grønlendingar hava mótmælt vitjanini, og virkandi landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, hevur sagt, at einki landsstýrisfólk skuldi hitta amerikanararnar. 

Nú er ferðaætlanin broytt, og vitjanin í Nuuk og Sisimiut er avlýst.

Í staðin verður farið til amerikansku Pittuffik-støðina har norðuri í Grønlandi fríggjadagin.

Og amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, hevur boðað frá, at hann verður eisini í ferðalagnum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329