Asfaltera flogbreytina í Vágum í summar

Asfaltera flogbreytina í Vágum í summar
Arbeiðið verður mett at taka tríggjar mánaðir, og dentur verður lagdur á, at tað ikki nervar flogferðsluna
Flogbreytin verður asfalterað um náttina, og tí skal hon ikki at nerva flogferðsluna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2025 - 18:00

Í summar verður farið at asfaltera flogbreytina í Vágum

Arbeiðið verður mett at taka einar tríggjar mánaðir, og dentur verður lagdur á, at tað ikki nervar flogferðsluna, nú háárstíðin stendur fyri.

Tí verður bara asfalterað um náttina.

 

Regin I. Jacobsen er stjóri í Vága floghavn.

 

Arbeiðið byrjar fyrst í mai, og tað skal verða liðugt á ólavsøku. 

Flogbreytin er 1799 metrar long, og asfaltarbeiðið verður mett at kosta eina trísiffraða milliónaupphædd.

Hoyr samrøðu við Regin I. Jakobsen, stjóra í Vága floghavn, í útvarpstíðindunum:

 

0204_2025_Flogbreytin_og_asfaltering

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723