Elon Musk fer at bjóða internet í Føroyum

Elon Musk fer at bjóða internet í Føroyum
Skráseting Føroya skrásetti í gjár smápartafelagið Starlink Faroe Islands, sum hevur til endamáls at veita samskiftistænastur
Elon Musk eigur fyritøkuna SpaceX, sum sannlíkt fer at veita internet- og fartelefonsamskifti til húski í Føroyum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.04.2025 - 13:08

Fyritøkan SpaceX hjá ríkmanninum, Elon Musk, fer nú sannlíkt at veita internet- og fartelefonsamskifti til húski í Føroyum.

Skráseting Føroya skrásetti í gjár smápartafelagið Starlink Faroe Islands.

Stjórarnir í felagnum eru búsitandi í USA, annar í Los Angeles og hin í Texas.

Endamálið hjá felagnum er at veita samskiftistænastur og aðrar tænastur.

Í síðsta mánaði fekk Fjarskifiseftirlitið umsókn frá Starlink um fjarskiftisloyvi í Føroyum, men av tí at felagið ikki er skrásett í Føroyum, sum tað skal vera sambært grein 4 í Fjarskiftislógini, fekk felagið ikki loyvi.

 

 

Fjarskiftiseftirlitið er partur av Vinnustovninum.

 

7.000 fylgisveinar

Men nú er felagið skrásett í Føroyum, og í dag fekk Fjarskiftiseftirlitið nýggja umsókn frá Starlinki.

Starlink er verkætlan hjá SpaceX, sum Elon Musk eigur, og hevur meira enn 7.000 fylgisveinar í ringrás um jørðina.

Tað eru bert vinnuligir veitarar, við loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum, sum kunnu bjóða út fylgisveina-fjarskiftistænastur í Føroyum.

Starlink er ikki ókent í Føroyum. Til dømis bjóðar fyritøkan Vikmar fylgisveinasambandið út, og tilbúgvingin hjá Kringvarpinum fevnir eisini um Starlink, fyri at tryggja sambandið við útheimin, um internetsambandið skuldi blivið óvirkið, ella sjókaðalarnir kvettir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472