Løgmaður bjóðar løgtinginum til kunning um Suðuroyartunnilin

Løgmaður bjóðar løgtinginum til kunning um Suðuroyartunnilin
Uppskotið er í fíggjarnevndini, men tá málið var til fyrstu viðgerð, settu tingfólk fleiri spurningar, m.a. um aðrar tunnilsleiðir enn hana, sum skotin er upp
Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá skrivað varð undir politisku semjuna um Suðuroyartunnilin. Nú fær løgtingið meiri kunning um málið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2025 - 18:04

Í morgin fáa løgtingsfólk alla ta kunning um Suðuroyartunnilin, sum tey vilja hava.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur bjóðað øllum løgtinginum í Tinganes um ta stóru tunnilsætlanina.

Fíggjarnevndin viðger nú lógaruppskotið til eina heimildarlóg um Suðuroyartunnilin, eftir at løgtingið hevði málið til 1. viðgerð herfyri.

Men tingfólk settu fleiri spurningar, og spurdu eftir øðrum tunnilsleiðum, tá málið varð viðgjørt í tinginum. 

Á kunnandi fundinum í morgin verða framløgur, og høvi verður at seta spurningar um verkætlanina, so tingfólk vita, hvat tey skulu taka støðu til í næstum.

Fundurin verður kl. 10.30 í morgin.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514