Tollurin á føroyskum vørum í USA verður væntandi 10 prosent

Tollurin á føroyskum vørum í USA verður væntandi 10 prosent
Tollkríggj er ikki jaligt fyri nakran, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Niels Winther stjóri í Vinnuhúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.04.2025 - 18:00

Donald Trump, forseti, boðaði í gjár frá nýggjum tolli á útlendskar vørur, sum verða innfluttar á amerikanska marknaðin, og tað kann fáa ávirkan á føroyskan útflutning.

Óvist er, hvussu tað fer at ávirka útflutningin, men alt bendir á, at tollurin á føroyskum vørum til USA verður 10 prosent.

Tað sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Í løtuni hava vit tollfrælsi.

Noreg, sum er stórur kappingarneyti hjá Føroyum, tá ið ræður um laks, fær væntandi 15 prosent í tolli á amerikanska marknaðinum. 

- Hóast vit fáa minni toll enn norðmenn, er tollkríggj ikki jaligt fyri nakran, sigur Niels Winther.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03042025_Niels_Winther

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213