Sólvit Nolsø farin frá sum tingbólkaformaður

Sólvit Nolsø farin frá sum tingbólkaformaður
Sólvit Nolsø heldur seg ikki vera part av framtíðarætlanum hjá Framsókn
Sólvit Nolsø er farin frá sum formaður í tingbólkinum hjá Framsókn. Karlot Hergeirsson er nýggjur formaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2025 - 15:03

Karlot Hergeirsson er nýggjur tingbólkaformaður hjá Framsókn.

Tá tingfundurin varð settur klokkan eitt, boðaði Framsókn frá, at Sólvit Nolsø hevur sagt formanssessin frá sær, og at Karlot Hergeirsson verður nýggjur formaður.

- Tá eg, at síggja til, ikki eri partur av framtíðarætlanunum hjá flokkinum, haldi eg tað heldur ikki vera rætt at vera við í tí tilrættalegging, samskipan og planlegging frameftir, sum tingbólkaformaðurin eigur at vera, sigur Sólvit Nolsø í stuttari viðmerking.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur onga viðmerking, men vísir til Sólvit Nolsø.

Hon sigur tó, at tey í Framsókn hava verið sera fegin um at hava Sólvit Nolsøe sum tingbólkaformann.

Vit tosa við Sólvit Nolsø í tíðindasending seinni í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655