Bjørn: - Átti at verið farin aftur til Ukraina fyri hálvum ári síðani

Bjørn: - Átti at verið farin aftur til Ukraina fyri hálvum ári síðani
Bjørn Kallsoy, sum frá 2023 til apríl í fjør bardist á hermótinum í Ukraina, hevur nú gjørt av at fara yvir aftur til Ukraina at hjálpa til
Bjørn Kallsoy hevur nú tikið avgerð at fara yvir aftur til Ukraina at hjálpa til. Hann gjørdi eisini hertænastu í Ukraina frá á sumri í 2023 til í apríl í fjør
Mynd: Sigurjón Einarsson  
 
10.04.2025 - 17:55

Tað eru 1.141 dagar síðan, at Russland tann 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina.

Bjørn Kallsoy, føroyskur hermaður í Ukraina, sum seinasta árið hevur verið heima í Føroyum, hevur nú gjørt av at fara yvir aftur til Ukraina.

Bjørn Kallsoy - ella "Viking", sum hann verður nevndur í sínari herdeild, hevur allatíð havt samband við sína herdeild í Ukraina.

Hóast Bjørn nú fer yvir aftur til Ukraina, so væntar hann ikki, at kríggið endar við bræði.

Bjørn Kallsoy hevur fingið tríggjar medaljur fyri sína tíð í Ukraina. Eina fyri at fremja bragd, eina fyri drúgva tænastu og eina fyri at koma aftur í hertænastu, eftir at hava verið særdur. 

Bjørn fer væntandi yvir til Ukraina einaferð síðst í mai ella fyrst í juni mánaði, sigur hann.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða her:

Bjorn_Kallsoy_kl_18

 

Ein longri samrøða við Bjørn Kallsoy kann hoyrast her:

Bjorn_Kallsoy_-_oll_samrodan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576