Høgni framvegis á odda

Høgni framvegis á odda
Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis á odda í stríðnum um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar eftir fimta umfar, sum var telvað í gjár.
Høgni Egilstoft Nielsen
Mynd: Faroechess.com  
 
17.04.2025 - 10:41

Fimta umfar í kappingini um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar varð telvað í gjár á Skúlatrøð í Klaksvík.

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann á Hans Kristiani Simonsen, og hevur sostatt vunnið øll fimm talvini, ið higartil eru leikt Hann er framvegis einsamallur á odda í Landsliðsbólkinum.

Eitt hálvt stig aftanfyri er føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum vann ímóti Peturi Gardar Simonsen í gjár. 

Wille Olsen og Haldur Suni Johansen tímdu ikki tað stóra í gjár og tóku ein skjótan javnleik.

Elias Petersen vann á Heðini Gregersen. 

Og eftir fimta umfar er støðan soleiðis.
 

1. Høgni Egilstoft Nielsen, 5 stig
2. Luitjen Akselsson Apol 4,5 stig
3. Elias Petersen 3 stig
4. Hans Kristian Simonsen 2,5 stig
5-6. Wille Olsen 1,5 stig
5-6. Petur Gardar Magnussen 1,5 stig
7-8. Haldur Suni Johansen 1 stig
7-8. Heðin Gregersen 1 stig

6. umfar verður telvað í dag klokkan tvey á Skúlatrøð í Klaksvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210