Hákun stórspælandi í Champions League-fjórðingsfinalu

Hákun stórspælandi í Champions League-fjórðingsfinalu
Føroyski landsliðsvongurin Hákun West av Teigum vísti seg fram frá síni bestu síðu, tá Füchse Berlin vann við átta málum ímóti Aalborg
Hákun West av Teigum skorar ímóti Niklas Landin. Føroyingurin fekk sjey mál tilsamans
Mynd: Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix  
 
24.04.2025 - 21:22

Hákun West av Teigum stórspældi, tá Füchse Berlin vann við átta málum á Aalborg í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League.

Føroyski landsliðsvongurin skeyt ikki færri enn sjey mál upp á átta royndir, tá høvuðsstaðarfelagið vendi hóttandi tapi til stórsigur eftir steðgin í Max-Schmeling-Halle í Berlin.

Heilt stóri spælarin var kortini Mathias Gidsel, sum skeyt 11 mál og átti næstsíðstu hond á níggju.  

Aalborg byrjaði nógv betur og var frammanfyri við fimm miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men berlinrevarnir minkaðu so líðandi til hálvleiksstøðuna 14-15.

Bæði Hákun West av Teigum og restina av heimaliðnum vóru flúgvandi, og danir megnaðu ikki at fylgja við, tá Füchse Berlin setti ferðina heilt upp.

Seinna hálvfinalan verður næsta mikudag í Aalborg.

 


Hákun West av Teigum og teir eru nú stórfavorittar at spæla seg í hálvfinalurnar. (MYND: Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762