FM í borðtennis: Albert ímóti finaludebutanti

FM í borðtennis: Albert ímóti finaludebutanti
Albert W. Wolfsberg kann vinna sítt 4. FM-heiti á rað í borðtennis, tá hann skal spæla ímóti 19 ára gamla Ára F. Jensen, sum er í síni fyrstu finalu
Ári F. Jensen er í finaluni fyri fyrstu ferð, har hann skal royna seg ímóti Alberti W. Wolfsberg, sum kann vinna 4. ári á rað
 
25.04.2025 - 20:35

Albert Weihe Wolfsberg kann vinna sítt fjórða føroyameistaraheiti í borðtennis, tá Kontrast FM verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin.

Hann spældi seg uttan stórvegis hóvasták í finaluna við tryggum 4-0 sigrum á Poul Knút Poulsen í fjórðingsfinaluni og blaðunga Rasmus Teitsson í Skorini í hálvfinaluni.

Finalumótstøðumaðurin leygardagin verður 19 ára gamli Ári Fríðason Jensen, sum er í FM-finaluni fyri fyrstu ferð. Hann vann á stórabeiggjanum og fleirfalda føroyameistaranum Fróða Fríðason Jensen í eini spennandi hálvfinalu, sum endaði 4-3.

Í FM-finalunum hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av finaluni í fjør, har tær báðar TBF-kvinnurnar, Anja Wongwai og Britt Michelsen, sum nú undir lesnaði í Danmark umboða Amager BTK, aftur fara at hittast. Síðsta ár var Anja Wongwai omaná og vann sítt fyrsta FM-heiti, so spennandi verður at síggja hvør teirra megnar at vinna sítt annað FM-heiti. Britt Michelsen var nevniliga føroyameistari fyrraárið.

Finalur vera eisini í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og í blandaðum tvímansleiki. Kringvarpið sendir FM-finalurnar í einmansleiki í morgin frá klokkan 13.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040