Vikugesturin: Suðuroyartunnilin gav henni svøvnleysar nætur

Vikugesturin: Suðuroyartunnilin gav henni svøvnleysar nætur
Malan Johansen, landsbankastjóri, var Vikugestur í Vikuni
Malan Johansen, landsbankastjóri
 
10.05.2025 - 12:58

- Eg føli ikki, at tað er djarvt at ávara. Tað er mítt arbeiði. 

Malan Johansen, landsbankastjóri, hevur fingið nógv oman yvir seg, eftir at hon greitt hevur givið sína meining til kennar um, at tíðin er ikki tann rætta at fara undir Suðuroyartunnilin. Men tað nervar hana ikki. Tað nervaði hana hinvegin, tá hon ikki hevði sagt, hvørjar avleiðingarnar vera fyri vælferðina í Føroyum. Tá ið hon hevði fingið tað sagt, fekk hon svøvnin aftur.

Malan Johansen hevur verið landsbankastjóri, síðan Landsbankin varð endurstovnaður í 2017. Og hon er púra ivaleys um, at tað er alneyðugt at hava ein óheftan landsbanka, sum kann fylgja við í føroyska búskapinum. Sjálv upplivdi hon kreppuna úr Landsbankanum, tá ið hon kom heim í 1993. Ta støðuna mugu vit ikki hava aftur, og tí er neyðugt við búskaparligum greiningum og eftirliti við fíggjarkervinum.

Malan Johansen var vikugestur í Vikuni. Í samrøðuni koma vit inn á hennara bakgrund, hvør hon er, og hvat hon ger.

Hoyr alla samrøðuna her.

1742721

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391