Føroyar flúgvandi í fyrra hálvleiki og eru frammanfyri við tveimum

Føroyar flúgvandi í fyrra hálvleiki og eru frammanfyri við tveimum
Tað mest av tí, ið var tungt, slævið og strævið hjá føroysku hondbóltsmonnunum móti Kosovo, hevur gingið sum fretur eftir gleri í fyrra hálvleiki móti sterka ukrainska liðnum
Hákun West av Teigum hevur verið verðinsklassi á høgra vongi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2025 - 17:41

Føroysku hondbóltsmenninir hava verið flúgvandi í fyrra hálvleiki móti Ukraina við Tjarnir, ið kókar við 3000 sera væl uppløgdu føroyskum áskoðarunum. 

Pauli Jacobsen, Elias á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West á Teigum, Leivur Mortensen og allir hinir hava spælt hondbólt á hægsta altjóða støði fyrstu 30 minuttirnar. 

Stjørnurnar høvdu hug at geva ilt av sær undan dystinum, tí teir hildu, at kritikkurin av spælinum móti Kosovo var órættaður.

Tann kriktikkin køva ítróttarfólk best á vøllinum, og tað hava leikararnir gjørt í fyrra hálvleiki. 


Føroysku áskoðararnir eru fantastikir og leggja trýst á bæði mótstøðuliðið og dómararnar (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Sum fretur eftir gleri

Tað mest av tí, ið ikki riggaði móti Kosovo, hevur gingið sum fretur eftir gleri móti Ukraina.

Elias á Skipagøtu spælir aftur við myndugleika, yvirblikki og styrki, og so hevur hann skorað upp á brotskastini. 

Óli Mittún hevur dansað seg gjøgnum ukrainska verjuna.

Hákuni West av Teigum hevur skotið ukrainska málverjin í spønir av høgra vongi.

Og í málinum hevur Pauli Jacobsen víst sínar óvurderiligu dygdir fyri liðið við fleiri bjargingum. 

Verjan við Pæturi Mikkjalssyni, Teis Horn Rasmussen og Vilhelm Poulsen á odda hevur eisini verið krútsterk, og tá hoyrir við til søguna, at Ukraina er eitt væl sterkari lið enn Kosovo. 


Mynd: Bjarni Á. Rubeksen

 

Ov nógvir brendir kjansir

Føroysku leikararnir hava spælt ukrainar sundir og saman í fyrra hálvleiki í fyrra hálvleiki, og einasta orsøkin til, at munurin ikki er størri á liðunum í hálvleikinum er, at nakrir 100 prosent kjansir tíverri eru brendir. 

Gott hevur eisini verið at sæð Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi á vøllinum. 

Nú ræður um at halda góða stiman frá fyrra hálvleiki

Kom so Føroyar!

 

Málskjúttar
Hákun West av Teigum, 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu, 5
Óli Mittún, 2
Bjarni í Selvindi, 1,
Leivur Mortensen, 1,
Teis Horn Rasmussen, 1

Haraftrat hevur m.a. Allan Norðberg vunnið Føroyum brotskast.

Pauli Jacobsen hevur 5 bjargingar og Sasha noyddi ukrainskan brotskastsskjútta at skjóta uppum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson hava fingið hvør sína útvísing.

 

Øll hagtøl frá dystinum síggjast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873