2000 bústaðir í fimm ár

2000 bústaðir í fimm ár
Fyrsta ítøkiliga byggiverkætlanin er, at Eirargarður 2 skal byggjast um og gerast til lestrarbústaðir 
Eirargarður 2 skal gerast næmingaheim.
 
12.05.2025 - 06:22

Við tíggju ítøkiligum tiltøkum skal bera til at útvega 2.000 bústaðir fyri 2031. 

Fyrsta ítøkiliga byggiverkætlanin er, at Eirargarður 2 skal byggjast um og gerast til lestrarbústaðir. 

Heilsumálaráðið, Heilsustýrið og Almanna- og Mentamálaráðið, sum eru har nú, skulu flyta.

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt tilmælini, sum eru latin Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

Onnur tilmæli eru, at Húsalánsgrunnurin, ella Bústaðir, byggir smáar og bíligar bústaðir til ung, lesandi og eldri, at kommunur fáa loyvi til at rinda partvíst fyri byggibúning fyri at lækka prísin á grundstykkjum, og bústaðarskylda og avmarkingar á stutttíðarleigu vera styrktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040