Eivør stríðist við spøkilsir í nýggjum staklagi

Eivør stríðist við spøkilsir í nýggjum staklagi
Hóast tú ert størsta tónleikastjørna føroyinga, so sleppur tú heldur ikki undan at stríðast við spøkilsir, sum rusast í okkum øllum. "Spøkilsir" eitur nýggja staklag Eivørar
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
16.09.2026 - 18:00

Í dag kom fjórða staklagið av komandi plátu Eivørar, Tungl, út. Áður hevur hon útgivið stakløgini "Healer", "Drekafljóð" og "Verjugarðar" av Tungl. 

Nýggja staklagið eitur "Spøkilsir", og snýr seg um okkara innaru spøkilsir, smá og stór, sum vit øll hava í okkum.

"Í Spøkilsir sættast vit tað ófullkomna - bæði hjá okkum sjálvum og hjá okkara medmenniskjum -, og vit verða soleiðis meira fyrigevandi yvirfyri hvørjum øðrum," skrivar Eivør í tíðindaskrivi. 

 

LES EISINI: Eivør gevur nýggja plátu út 16. oktober

 

Spegl umboða sinnið

Við útgávuni fylgir eitt sjónbandalag, sum er framleitt av Gwenaël Akira Helmsdal. 

"Gwenaël er ein góður vinur, og er bæði dugnaligur og hugkveikjandi at arbeiða saman við. Við hesari video framleiðsluni vildu vit skapa ein innara heim, eina endurspegling av teimum ymsu røddunum, skuggunum og kenslunum, sum liva inni í okkum," greiðir Eivør frá.   

Hugskotið við sjónbandalagnum er, at ein kassi við speglum umboða okkara innara sinni. 

"Eg vildi byggja eitt serligt rúm, har ein kroppur kundi gerast til fleiri, og speglingar kundu geva tí skap, sum er torført at siga við orðum. At finna fram til tann kensluliga sannleikan í myndum, rørslum og ljósi saman við Eivør var ein heilt serlig tilgongd," sigur Gwenaël Akira Helmsdal

 

Konsertir og konsertferð

Heildarútgávn "Tungl" hjá Eivør kemur út 16. oktober, og í hesum sambandi hevur Eivør útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum 16. og 17. oktober.

Konsertin 17. oktober er útseld, meðan tað framvegis eru tøk atgongumerkir til konsertina 16. oktober.

Eftir konsertirnar í Norðurlandahúsinum fer Eivør á konsertferð hinumegin hav. Fyrst verður farið til Íslands, har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA.

Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá verður vitjað í stórum pørtum av Evropa.

Eivør verður eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum fríggjadagin 16. oktober klokkan 13. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025