Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim er nýggjur skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim er nýggjur skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim er nýggjur skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
15.05.2025 - 11:39

Skúlin á Trøðni hevur fingið nýggjan skúlastjóra.

Tað er Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim.

Hon 53 ára gomul, og var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. 

Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetrinum.

Í 2019 tók Fríðbjørg diplom í námsfrøðiligari leiðslu.

Harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum og øðrum í sernámsfrøði og leiðslu.

Í løtuni er Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla.

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim tekur við starvinum á Trøðni 1. august.

Hon tekur við eftir Jan Christiansen, sum fer frá við eftirløn í heyst.

Hann hevur síðani 1982 arbeitt í skúlanum á Trøðni og síðani 2005 sum skúlastjóri.

11 umsóknir vóru til skúlastjórastarvið. 

Í skúlanum á Trøðni eru 60 næmingar 7 til 18 ára gamlir og 45 starvsfólk, lærarar og námsfrøðingar.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040