Róðrarfelagið hevur alstóran týdning fyri økið

Róðrarfelagið hevur alstóran týdning fyri økið
Tað sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Karl Vilhelm Hansen: Tríggir bátar eru við, har av ein barnamanning, so tað boðar frá góðum
 
26.05.2025 - 10:31

Nýggju tunlarnir hava stóran týdning fyri Hvannasunds kommunu, sigur borgarstjórin, Karl Vilhelm Hansen. Eitt nú hava tunlarnir við sær, at fólk, sum skulu byggja, hava fleiri veitarar í at velja, tí nú kunnu allir teir stóru bilarnir koyra norður. Við gomlu tunlunum var tað eisini soleiðis, at tað vóru nógvir bilførarar, ið ikki tordu at koyra ? hetta var ein fløskuhálsur.

Í løtuni verður høvuðsvegurin gjøgnum Hvannasund breiðkaður, samstundis sum ein útstykking og ein nýggjur vegur eru gjørd undir Gerðhamri. Og har er pláss sett av til bæði sethús og íbúðarbygging. Áhugin fyri at byggja í kommununi er eisini vorðin størri, síðani nýggju tunlarnir vórðu tiknir í nýtslu, sigur borgarstjórin.


Nýtt róðrarneyst og motorsavn

Tað er ein sjálvsognarstovnur, sum arbeiður við ætlanini um at byggja eitt nýtt róðrarneyst og eitt bátasavn, har ið stigtakararnir eru NHR og Norðoya Motorsavn. Og hetta kann fáa stóran týdning fyri kommununa. Ætlanin er, at hetta verður eitt fjølbroytt hús, sum øll í kommununi kunnu fáa gagn av.

Og samanhaldið er stórt, tá talan er um kappróðurin, sum hevur stóran týdning fyri okkum, sigur borgarstjórin, sum eisini er sera spentur uppá hetta kappróðrarárið, har ið NHR hevur mannað tríggjar bátar: Norðing, Sundabátin og Rituna, sum verður mannað við einari barnamanning.

Hesi eru millum evnini, sum verða umrødd í samrøðuni við borgarstjóran í Hvannasunds kommunu, Karl Vilhelm Hansen, sum kann hoyrast her:

 

1745587

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815