Norðmenn royndu at brúka krígsárini sum jarnbrot fyri at fáa Føroyar aftur

Norðmenn royndu at brúka krígsárini sum jarnbrot fyri at fáa Føroyar aftur
Danski samstarvspolitikkurin við Týskland gloppaði dyrnar fyri norðmonnum, at royna at fáa Føroyar aftur frá dønum, eitt nú við at royna at lumpa føroysku loysingarøsluna
 
13.06.2025 - 15:00

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1726718

 

Tá Danmark varð hersett av Týsklandi í apríl í 1940 vórðu Føroyar hersettar av bretum. 

Churchill boðaði frá, at Føroyar vórðu hersettar av hernaðarligum grundum, og at oyggjarnar skuldu latast aftur til Danmark eftir kríggið. 

Tað forðaði ikki fyri, at norðmenn, sum vistu, at Norðuratlantisku oyggjarnar einaferð høvdu verið norskar, virkaðu fyri, at Føroyar aftur skuldu gerast norskar eftir kríggið. 

 

Nationalar kreftir kravdu Føroyar aftur

Meðan tann danska stjórnin valdi at vera sitandi til 1943 og samstarvaði við týska hersetingarvaldið, so valdi norska stjórnin at fara í útlegd í London fyri at skipa norsku mótstøðuna móti týska hersetingarvaldinum. 

Leiðandi norðmenn høvdu í 1940 ikki heilt gloymt Friðin í Kiel í 1814, tá Noregi misti tær norðuratlantisku oyggjarnar til Danmark. 

 

Sí eisini: »Friðurin í Kiel 1814: Eingin áhugi fyri Norðuratlantisku oyggjunum«

 

Tá Noreg gjørdist sjálvstøðugt í 1905, kravdu nationalar kreftir í Noregi, at hesar oyggjar aftur skuldu gerast norskar. 

Ein norskur professari í løgfrøði kravdi í 1923 eina fólkaatkvøðu í Føroyum um málið. 

Í 1930 hersettu norðmenn partar av Eysturgrønlandi, men altjóða dómstólurin í Haag avgjørdi í 1933 trætuna til danskan fyrimun. 

 

Koht royndi at lumpa fullveldisrørsluna 

Í juni í 1940 var norski uttanríkisráðharrin Halvdan Koht á veg til Onglands fyri at taka lut í tí norsku stjórnini í útlegd í London. 

Koht var eisini í Føroyum, har hann hevði samrøður við leiðandi føroysk fullveldisfólk, sum ætlaðu at brúka krígstíðina til at slóða fyri føroyskum fullveldi. 

Koht segði við føroysk fullveldisfólk, at norskir hermenn skuldu loysa av bretsku hermenninar í Føroyum. 

Hetta hóvaði væl føroyskum fullveldisfólkum, sum vistu, at bretar ikki fóru at loyva teimum føroyskum fullveldi, meðan oyggjarnar vóru hersettar av bretum. 

Koht nevndi hinvegin einki fyri teimum um, at hansara veruliga ætlan var at virka fyri, at Føroyar eftir kríggið aftur skuldu gerast norskar. 


Bretskir hermenn á eystaru bryggju í Havn. Molin sæst aftanfyri 
 

Royndu at gera sær dælt av støðuni

Í London arbeiddi Koht fyri at fáa bretar at góðtaka, at Føroyar skuldu gerast norskar aftaná kríggið. 

Eftirmaður hansara, Trygve Lie, sum gjørdist fyrsti aðalskrivarin í ST, hevði líknandi sjónarmið. 

Norðmenn royndu at gagnnýta óhepnu støðuna, sum danska stjórnin við samstarvspolitikkinum við týskarar hevði sett Danmark í mótvegis bretum, meðan Noregi stríddist undir liðuni á Bretlandi ímóti Nasitýsklandi. 

Serliga aftaná november 1941, tá danska stjórnin skrivaði undir tann fasistiska anti-komintern sáttmálan, kom Danmark í eina serliga óhepna støðu mótvegis Bretlandi. 

 

Bretar hildu orð

Bretar umhugsaðu í hesi støðuni at geva dønum fatan av, at bretar fóru at skunda undir føroysku sjálvstýrisrørsluna. 

Men tað var einans fyri at leggja trýst á danir fyri at fáa teir at leggja størri orku í stríðið ímóti Týsklandi. 

Hóast tað var týðiligt, at samstarvið hjá donsku stjórnini við Týskland hóvaði bretsku stjórnini serstakliga illa, so helt hon seg kortini gjøgnum alt kríggið til tað upprunaligu avgerðina um, at Føroyar eftir kríggið skuldu latast aftur til eitt frítt Danmark. 

Noregi og føroysk loysingarfólk máttu góðtaka, at Føroyar vórðu latnar aftur til Danmark.

Spurningurin var í veruleikanum bert útsettur til føroyingar og danir at taka støðu til eftir kríggið, tá føroyingar á fólkaatkvøðu í 1946 sluppu at taka støðu til spurningin um loysing og samband.  

 

Sí eisini: »Eingin visti, hvussu lønir skuldu gjaldast út, um fólk valdu loysing í '46«

 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074