Á Breddanum: Fróðskaparsetur og alment kjak

Á Breddanum: Fróðskaparsetur og alment kjak
Hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur tað ikki at hava virknan lut í almenna kjakinum, verður spurt í sendingini
Hvønn leiklut og hvørja ávirkan eiga fróðskaparsetur í smáum londum og økjum at hava á samfelagið? Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
03.06.2025 - 09:12

Hvønn leiklut og hvørja ávirkan eiga fróðskaparsetur í smáum londum og økjum at hava á samfelagið?

Fróðskaparsetur í smáum samfeløgum eru ofta stovnað við einum serligum endamáli. Endamálini kunnu vera so ymisk. Tað kann millum annað vera fyri at varðveita mál og mentan. 

Men hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur eitt universitet ikki at hava ein virknan lut í almenna kjakinum?

Tað spyrja vit um í fyrra partinum av sendingini í dag. 

Sunnudagin framdi Ukraina eitt óvanligt dronuálop á fleiri russiskar hernaðarflogstøðir, har fleiri russisk bumbuflogfør vórðu bumbað.

Vit fáa eina støðulýsing frá greinara um hetta álopið, og hvat tað kann hava við sær frameftir í stríðnum millum Russland og Ukraina.

Breddin í KvF klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040